Kom og síggj dart í heimsflokki á Glasir leygarkvøldið 23. mars og sunnukvøldið 24. mars.
Endabrestirnir á báðum altjóða dartkappingunum, Tórshavn Open og Faroe Islands Open verða spældir í Atrium á Glasir. Her eru serstakliga góðar umstøður at síggja dart, við góðum sitiplássum, stórskermi og bar.
Semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum master callara.
Kappingin í ár er krút sterk, við fleiri spælarum ,ið hava verið til HM í 2023. Men vónandi síggja vit eisini onkrar av okkara føroysku spælarum á senuni í hesum kappingunum. Undanfarin ár hava bert útlendingar spælt seg til semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum. Higartil hava uml 130 spælarar meldað seg til kappingarnar. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríkið, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia, Bulgaria.
Tað er ókeypis atgongd, bar og okkurt lætt etandi fæst til keyps eisini.
Semifinalurnar byrja klokkan 19:00 bæði kvøldini.