Stutt um Havnar Dartfelag

Havnar Dartfelag er eitt felag fyri øll ið hava áhuga fyri dartspæli, vand sum óvand ung sum gomul. Okkara aðalmál er at menna dartspælið í tryggum og góðum kørmum saman við øllum okkara limum.

Hevur tú hug at royna teg sum dartspælara á fyrsta sinni? So ert tú sjálvandi altið vælkomin at royna at venja nakrar ferðir áðrenn tú teknar teg sum lim.
Vinarliga Havnar Dartfelag

Venjingartíðir

Mánakvøld
19-20 // Ungdómsvenjing (vanligt aldursmark er 12 ár)

Týskvøld
19-21 // venjing fyri øll áhugaði
Fokus er á ymisk venjispøl, teknikk o.a.

Hóskvøld
19-20 // venjing fyri øll áhugað
20-23 // Hóskvøldskapping
Øll vælkomin at vera við

Einki tiltak er í løtuni.