Hevur tú hug at læra tey grundleggjandi tingini við dartspælinum?
Dart-eldsálin Jens Albert Simonsen, sum bæði er íðin dartspælari, kappingarleiðari og venjari hjá dartlandsliðinum seinastu árini, fer at hava eitt dart skeið í Havnar Dartfelag. Skeiðið vendir sær serliga til tey sum hava hug at læra tey heilt grundleggjandi tingini við dartspælinum, so sum niðurspæl, lukkingar, skoringar og ymisk venjispøl.
Skeiðið verður 4 týskvøld í september og oktober.
Fyrsti partur verður í komandi viku, 2. September frá 19:00 til 21:00 í hølunum hjá HDF í Djóni í Geilsgøtu 1.
Øll hjartaliga vælkomin





