Leygardagin 3. februar var aðalfundur hjá Dartsambandi Føroya (DSF) hildin í hølunum hjá HDF.
Annfinn Hjaltalin hevur umboðað HDF í Dartsambandi Føroya, og hevur hann eisini røkt formanspostin farna árið. Annfinn heldur fram í nevndini saman við Kristian Joensen (KDF), Hera Kallsoy (D9). Nýggj í nevndini eru Nadja Tróndardóttir (ADF) og Hans Marius Mouritzen Olsen (VDF).
Vit í HDF ynskja nýggju nevndarlimunum til lukku vil valinum og nevndini góðan arbeiðshug.