Nýggar venjingartíðir

Nú nýggju hølini eru klár at brúka er nýggj venjingarskrá gjørd galdandi frá mánadegnum 29. januar.

Mánadag 19:00-20:00 – Ungdómsdart
Til allar venjingarnar hjá ungdóminum er venjari til staðar og leggur lag á og lærir frá. Venjingin er ættæað øllum, bæði royndum og óroyndum.
Aldursmarkið er veglaiðandi 12 ár.
Venjingin byrjar mánadagin 29. Januar kl 18:00

Týsdag 19:00-21:00 – Vanlig venjing
Vanlig venjing fyri allar limir frá kl 19:00 til umleið 21:00. Her verður dentur lagdur á ymisk venjispøl, teknikk o.a.

Mikudagar er ætlanin at hava Old Boys Dart á skránni. Hetta verður ein roynd at geva tilkomnum at brúka hølini hjá okkum. Dart er sera vælegnað spæl hóast árini gerast fleiri. Kunnað verður nærri tá ið hetta byrjar.

Hósdag – Venjing og Hóskvøldskapping
19:00-20:00 Vanlig venjing
20:00-22:00 Fasta hóskvøldskappingin. Hendan kappingin er opin fyri øllum at taka lut í. Hetta er ein góður møguleiki at venja seg til at spæla dystir, kappingarleistir og ymiskt annað.

Í vikuskiftinum er eingin skipað venjing, men tað er altíð møguleiki fyri at venja í hølunum eftir avtalu.