Bogi Arge, Annfinn Hjaltalin og Jan McIntosh, allir frá HDF, vóru við í Denmark Open/Masters farna vikuskifti.
Sum heild gekst væl hjá teimum, hóast vónir nokk um fleiri dystir og um at koma nakað longur í kappingunum. Fyrra dagin spældi Jan seg víðari til aðru rundu, men tapti tepurt á sterka spælarunum Roemer Mooijman úr Niðurlondum. Jan spældi sera gott hendan dystin við 90 í miðal. Hann hevði eisini fleiri match-pílar, men dysturin endaði við at Roemer lukkaði við 144. Hendan dagin ruku bæði Annfinn og Bogi út í fyrstu rundu. Bogi tapti á Mathias Haagen (0-4) og Annfinn tapti á krútsterka Liam Maendl-Lawrance (0-4).
Seinna dagin komu allir tríggir sikkurt víðari til aðru rundu, men aftur her bleiv tað endin í kappingini hjá øllum okkara spælarum. Jan rendi seg aftur í ein niðurlending, Annfinn aftur í ein týskara og Bogi spældi móti Scott Walters.