Leygardagin 16. november varð FM fyri einstaklingar spælt í Fuglafirði. Uni Árting skuldi royna at verja FM-heitið, men tað var Jan McIntosh sum vann sítt 4. FM heiti.
Kappingin var skipað soleiðis at 16 teir ovastu á stigalistanum fyri 2024 vóru beinleiðis víðari til top 32. Restin av spælarunum skuldu fyrst spæla bólka síðani eina rundu av cup-64 áðrenn spælarirnir frá top 16 komu inn í kappingina.
HDF hevði nógvar leikarar við hjá monnunum og 14 spældu seg víðari til top 32.
Tá komið var til hálvfinalurnar vóru ikki færri enn 3 HDF spælarar eftir. Uni og Jan møttust í einari hálvfinalu, og Petur Thomsen møtti Marjus Hansen frá D9. Jan vann 6-.4 á Una, og Petur vann 6-3 á Marjus. Sostatt var klárt til eina veruliga HDF-finalu hjá monnunum.
Jan var nógv stinnari í finaluni og vann greitt 7-3 á Peturi.
Hjartaliga til lukku Jan 🙂