Jan McIntosh var farna vikuskifti í kappingum í Riga. Talan var her um Latvian Open og Riga Open.
Jan og finnin Esa Hyvönen gjørdu bart og vunnu sokallaða Warm-up double kappingina.
Í einstaklingakappingunum bleivi tað til eitt top-64 pláss leygardagin, og sunnudagin eitt flott kvartfinalupláss.
Hetta var tó ikki nóg mikið til at røkka dreyminum, og kvalifisera seg til WDF HM-kappingina í Lakeside 2024, sum verður spæld í desember. Hóast hetta ikki eydnaðist, so kann ikki annað sigast enn eitt fantastiska flott kappingarár hjá Jan er endað á altjóða pallinum. Nú er kappingin um FM eftir í 2024 hjá Jan.