Jóni Kjærbo bleiv Føroyameistari fyri U18 hetta kappingarárið, 2025.
Eftir 8 FM-umfør var greitt at Jóni Kjærbo (HDF) var Føroyameistari. Hóast Eli Heinesen vann seinasta umfarið, var gleðin stór hjá Jóna. Hann hevur vunnið flestar kappingar í ár, og kundi ikki takast aftur á stigatalvuni áðrenn seinasta umfarið.
Hesar dagarnar eru Jóni, Eli, saman við Dávur Berg og David Mortensen í Ungarn har World Masters er á skránni.
Spennandi verður at fylgja teimum
Hjartaliga til lukku við FM-heitinum Jóni, og til lukku til Eli Heinesen og David Mortensen við 2- og 3-plássinum.





