Keypstreytir
Kunning um vørukeyp, gjaldstreytir v.m.
Søla og útflýggjan
Vit avgreiða tygara bílegging, tá vøran er goldin. Avgreiðingartíðin kann verða frá 2 til 5 dagar, alt eftir um talan er um goymsluvøru ella um vøru, sum skal bíleggjast. Um vøran skal bíleggjast, vera boð send til kundan viðv. nær vøran kann heintast.
Sendiháttur
Vøran verður heinta í hølunum hjá Havnar Dartfelag. Vit senda ikki vørur.
Flutningur
Havnar Dartfelag sendur ikki vørur, allar bíleggingar skulu avheintast í hølunum hjá Havnar Dartfelag.
Gjalding
Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum so sum Mastercard, Vist v.m. Eingi eyka avgjøld koma omaná eina bílegging, uttan avgjald fyri sending.
Gjaldsservarin er gókendur av PBS (tryggur gjaldsháttur).
Tygum hava ongan váða við at nýta tygara gjaldskort hjá hdf.fo. Vit nýta eitt sokallað SSL-samband til tess at tryggja, at onnur ikki luttaka, tá tygara kortnummar ella aðrir upplýsingar hjá tygum ferðast á alnótini. Gjaldskorts upplýsingar verða viðgjørdir umvegis QuickPay, ið eru fyriskiparar av okkara síðu og eru tað tey, ið senda til PBS á einum tryggum SSL-sambandi – hdf.fo kemur aldri at kenna tygara kortupplýsingar og tann kunnleikin verður viðgjørdur í trúðnaði.
Afturtøka
Um tygum av einhvørjari orsøk ikki eru nøgd/ur við vøruna, sum tygum hava keypt frá okkum, taka vit vøruna aftur, um tygum innan 14 dagar hava gjørt vart við hetta. Treytin fyri at vit taka vøruna aftur er, at hon er óbrúkt, í pakninginum og í sama standi.
Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.
Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Havnar Dartfelag um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast Havnar Dartfelag frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Havnar Dartfelag endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
Havnar Dartfelag
Djóna í Geil Gøta 1
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til hdf@hdf.fo )
– Til [Havnar Dartfelag, Djóna í Geil Gøta 1, FO-110 Tórshavn, Føroyar, hdf@hdf.fo]:
– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
– Navn á vøru (*)
– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
– Navn á keypara (*)
– Bústaður hjá keypara (*)
– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
– Dagfesting (*)
Prísir oa.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.