FM hjá kvinnunum varð eisini leikt leygardagin 16. november í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
4 kvinnur vóru komnar beinleiðis í top8, og restin av kvinnunum spældu so um írestandi 4 plássini.
Tá ið avtodnaði, vóru hálvfinalurnar soleiðis.
Jóna vann á Nadju, og Beinta vann á Maibritt, so at finalum varð millum móður og dóttir 🙂
Her gjørdist sera spennandi, og tá ið støðan var 3-3 høvdu báðar eina røð av “match-pílum”. Men Jóna var stinnari og vann sítt fyrsta FM-heiti.
Hjartaliga til lukku Jóna 🙂