FM í dart fyri unglingar – Umfar 3
Triðja FM-umfar fyri U13 og U18 varð í gjár spælt á Skála, í hølunum hjá D9 í ítróttarhøllini. Ein rúgva av okkara bestu ungu dartspælarum vóru møttir til dyst, og kappingin gekk avbera væl, og bleiv eisini sera spenandi hjá bæði U13 og U18.
Hjá U18 skuldi nýggjur vinnari finnast tá ið báðir finalistanir í teimum fyrstu FM-umførunum, Eli og Djóni, taptu hvør sína semifinalu.
Finalan varð spæld millum Jónas Samuelsen og Jóna Kjærbo. Jónas vann sannførandi 3-0. Hetta var bert onnur kappingin hjá Jóna, so eitt finalupláss má sigast vera sera flott. Samstundis var hetta fyrsta gullmedaljan hjá Jónas Samuelsen.
Í kappingini hjá U13 endaðu tey bæði Mika og Liljan í semifinaluni saman. Tey høvdu áðrenn hetta umfarið eins nógv stig. So tað var klárt at hetta varð ein spennandi dystur. Mika vann seg víðari til finaluna, móti David Mortensen úr Klaksvík. Hetta var fyrsta kappingin hjá David, so eitt sera flott úrslit má sigast.
Mika vann sera spennandi finaluna 3-2 á David.
Nú er bert eitt umfar eftir í 2024, og eftir seinasta umfarið sum verður spælt 10. november í hølunum hjá HDF í Havn, verða Føroyameistarnir fyri U13 og U18 funnir.
Úrslit U13
1. Mika Heinesen (HDF)
2. David Mortensen (KDF)
3. Liljan Mouritsen (MDF)
3. Lukas Egholm (ADF)
Úrslit U18
1. Jónas Samuelsen (HDF)
2. Jóni Kjærbo
3. Eli Heinesen (P&S)
3. Djóni Samuelsen (HDF)
Stigalistin eftir umfar 3 verður kunngjørdur í vikuni.