Í dag er Nám-X open í dart. Hetta eru næmingar á ítróttarbreytini á Nám-X sum hava dart sum val-lærugrein. Tað eru heili 60 næmingar ið hava dart sum lærugrein hetta skúlaárið. Tað eru John Petersen og Ingi á Smið sum standa fyri venjingini.
Hølini hjá Havnar Dartfelag eru karmur um frálæruna og kappina.
Ingi á Smið sigur um kappingina
“Ein framúr væleydnað kapping, Nám X open 2025.
Eg bæði vóni og vænti, at fleiri spælarar hava fingið blóð uppá tonnina, og hetta fer at síggjast aftur í dart-landslagnum.
Her vóru fleiri spælarar sum vístu hegni til spælið. Semifinalurnar og finalan vóru tættar og spennandi.
Stóra takk til HDF fyri góðu umstøðurna”