Loksins eru nýggju hølini hjá okkum í Djóna í Geil Gøtu 1 klár at taka í nýtslu. Limir í felagnum hava saman við arbeiðstakarum arbeitt við at gera hølini liðug í meira enn eitt ár.
Í hølunum eru góðir møguleikar aftur at venja dart á teimum tíggju nýmótans banunum við góðum ljósi og teldlum.
Hóskvøldið kl 20:00 verða hølini alment tikin í nýtslu, og tá kemur varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein framvið at siga nøkur orð, kaffi og køkur verður at fáa, og vit leggja til brots at spæla frá kl 20:00.
Dagliga virksemið hjá Havnar Dartfelag ferð nú aftur í gongd, og nýggjar venjingar eru settar á skrá sum síggjast her