Í morgun byrja teir fýra U18 spælararnir kappingarnar í samband við World Masters 2025, í Budapest. Fleiri kappingar eru á skránni komandi dagarnar, og til berð at fylgja við á dartconnect, umframt live-stream.
Teir sum eru við til kappingarnar eru Jóni Kjærbo, Eli Heinesen, Dávur Berg og David Mortensen. Teir kvalifiseraðu seg til hesar kappingar við flottu úrslitunum á Tórshavn Open og Faroe Islands Open fyrr í ár. Hesar kappingar eru eisini altjóða kappingar sum Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya skipa fyri.
Talan er um sera sterkar kappingar ið nokk eru stórstu kappingarnar aftanná sjálvt HM hja U18 og vaksnum í WDF kalendaranum.
Stuðlar til ferðina hjá U18 spælaranum eru; Christian í Grótinum, HJ Asfalt, JJ Byggitænastan, Kanjón, VLH – strikivaktin, Norðhús, HDF, VDF, D9 og EDF.
https://tv.dartconnect.com/events/wdf
https://www.youtube.com/watch?v=xvtkEDc9yLI





